
Ukrainska fregnartænastan SBU sigur seg hava avdúkað eitt ungarskt njósnaranetverk, sum hevur virkað í Ukraina.
Í hesum sambandi eru tveir ungarar, sum eru undir illgruna fyri at njósnast, handtiknir.
Teir eru undir illgruna fyri, eftir boðum frá hernaðarligu fregnartænasutni í Ungarn, at hava savnað inn upplýsingar um ukrainska herin í landslutinum Zakarpatska í útsynningspartinum av Ukraina.
Talan er um tvey fyrrverandi herfólk í ukrainska herinum, sum skulu hava fingið eina ókenda peningaupphædd í reiðum peningi fyri at njósnast. Eisini hava tey fingið loynilig samskiftistól, skrivar Ritzau.
Sambært SBU er hetta fyrstu ferð í ukrainskari søgu, at fregnartænastan hevur avdúkað eitt ungarskt njósnaranetverk, sum hevur virkað ímóti áhugamálum hjá Ukraina.
Ungarn er limur í ES og Nato, og hevur ungarski forsæitsráðharrin, Viktor Orbán fleiri ferðir funnist at øðrum vestanlondum fyri at lata hernaðarstuðul til Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald