Eitt óvanligt dronuálop rakti sera neyvt eitt russiskt gassvirkið sunnunáttina. Talan var um eitt ukreinskt álop.
Úr 1.200 kilometra frástøðu eydnaðist tað ukrainarunum í Kyiv at raka virkið hjá russiska orkufelagnum Novatek nærhendis strandabýin Ust-Luga í Finsku víkini nærhendis markið til Estlands.
- Ukrainar hava eftir øllum at døma nakrar upplýsingar, sum eru rættiliga neyvir. Tey hava gjørt sær góðar royndir øðrum dronuálopum, tí við hermótið verður ansað sera væl eftir eitt nú dronum, sigur Rasmus Ross, ið er analytikari hjá danska verjuakademinum við Danmarks Radio.
Ein ónevnd kelda hevur váttað fyri ukrainska miðlinum Ukrinform, at tað var Ukraina, sum stóð aftan fyri álopið. Men altjóða tíðindastovurnar hava ikki fingið hesi tíðindi váttað.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Ukraina fremur álop á russisk orkuvirkir við dronum. Seinastu vikurnar hava fleiri álop verið.
19. januar vórðu fýra oljutangar í býnum Klintsy har vestri í Bryansk-landslutinum í Russlandi raktir neyvt av dronum. Hetta kann skaða russiska búskapin, skrivar dr.dk.
- Novatek er eitt felag, ið kann vera við til at stuðla krígnum við veitingum og fígging. Ein stórur partur av russisku vælferðini byggir beinleiðis á olju og gassframleiðsluna, so tað er møguligt, at álop sum hetta, kann ávirkað russiska búskapin, sigur Ramus Ross.
Gassvirkið við russiska havnabýin Ust-Luga er størsti russiski framleiðari av flótandi jarðgassi. Stórur partur av framleiðsluni her fer til útflutnings.
Ukrainskir hermenn gera smáar dronur klárar til álop (Mynd: EPA)
Tí kann tað fáa stóra ávirkan á russiska búskapin, um fleiri slík gassvirki verða rakt.
- Slík álop tvinga Russland til at brúka meira orku til at verja hesi virkir heldur enn at brúka kreftirnar upp á kríggið. Avbjóðingin hjá russum kann blíva at verja seg, um lagt verður eftir teirra orkukeldum, sigur Anders Puck Nielsen, sum granskar leiðslu og organisasjón á verjuakademinum.
Tað ger eisini Russland veikari, um fólk, sum búgva langt Ukraina nú eisini skulu óttast fyri álopum, metir hernaðargreinarin.
Síðan kríggið byrjaði í februar fyri tveimum árum síðani, hevur Ukraina havt úr at gera við at útbyggja sína framleiðslu av dronum.
Frá at vera 20 fyritøkur eru tað nú 80, sum framleiða og menna dronur til hernaðarendamál. Teirra tøkni er betrað, so tey kunnu brúka dronur til ymisk endamál, sigur Rasmus Ross frá deildini fyri loft- og rúmdarætlanir á verjuakademinum.
Tær dronur, sum Ukraina fær frá vestanlondunum kunnu einans brúkast til at verja ukrainskt landaøki. Men tað eru ongar avmarkingar fyri, hvat teirra egnu dronur kunnu brúkast til.
Sambært Rasmus Ross hava royndirnar við dronunum lært ukrainar, at um tær flúgva lágt og spakuliga kunnu tær sleppa ígjøgnum russisku verjuna við hermótini. Tað vísir seg, at russar hava trupult við at verja seg móti hesum.
Dronuførarin kann stýra dronuna til álopsmál fleiri hundrað kilometrar burturi (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald