Í nátt vórðu Grammy-virðislønirnar handaðar í amerikanska býnum Las Vegas.
Talan er um eitt kvøld, sum heiðrar tónleikin, og áðrenn sangarin John Legend fór at pallin at framføra lagið "Free", varð ein serlig heilsan víst – frá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj.
Á sjónbandaupptøkuni heitti hann á tónleikarar um at fylla kvirruna, sum kríggið í Ukraina hevur havt við sær, við tónleiki.
– Fyllið kvirruna við tykkara tónleiki. Fyllið hana í dag fyri at siga okkara søgu.
Eisini heitti Zelenskyj á fólk um at siga sannleikan um kríggið á sosialum miðlum og í sjónvarpinum.
– Stuðlið okkum á einhvønn hátt, tit kunnu. Men ikki við tøgn. So verður friður.
Les eisini: Tríggjar Grammy-virðislønir til Foo Fighters
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald