Ukreinski andstøðingurin Kateryna Handzyuk er nú deyð eftir at hava stríðst fyri lívinum í meira enn tríggjar mánaðir.
33 ára gamli aktivisturin varð 31. juli álopin við svávulsýru og brendist á 40 prosentum av kroppinum. Eisini eyguni vórðu rakt, skrivar dr.dk.
Síðan hevur hon verið løgd undir skurð 11 ferðir, sambært BBC. Deyðsorsøkin er ikki endaliga kunngjørd, men ein lokalur miðil skrivar, at hon doyði at blóðtøppi.
Eftir at tíðindini bórust, savnaðust fleiri hundrað mótmælisfólk fólk framman fyri ukreinska innanríkisráðið, har tey krevja at tey seku verða handtikin og dømd.
Eisini forsetin í landinum, Petro Poroshenko, kravdi í gjárkvøldið, at tey, sum stóðu handan álopið, og nú eru drápsmenn, verða revsað.
Sambært Radio Free Europe, hevur Kateryna Handzyuk avdúkað rotinskap innan løgregluna í Ukreina. Í september í fjør skuldsetti hon eitt nú ein politiovasta fyri at hava ognað sær ein part av øllum arbeiðsuppgávum, ið hava verið lýstar í útboði í hansara øki. Hon vann tó rættarmálið, sum varð reist í hesum sambandi.
Fimm eru fongslað fyri álopið á andstøðingin. Talan er um fyrrverandi limir í eini víðgongdari tjóðskaparligari herdeild, sum stríðist móti russiskum áhugamálum.
Sjálvur høvuðsmaðurin handan álopið er enn ikki funnin. Andstøðingar vísa á, at tað er sama løgreglan, sum Handzyuk hevur funnist at, sum nú kannar álopið á hana.
Álopið á Kateryna Handzyuk er bert eitt av fleiri álopum á andstøðingar. Síðan 2017 eru 55 mál skrásett, sum ikki eru uppklárað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald