Uttanlands

Ulf Kristersson skal væntandi royna at skipa samgongu

Formaðurin í ríkisdegnum fer at peika á Ulf Kristersson sum nýggja foræstisráðharra í Svøríki

Ulf Kristersson (Mynd: EPA)

Ulf Kristersson (Mynd: EPA)

2018-11-12 09:14 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ulf Kristersson skal eftir øllum at døma royna at skipa samgongu í Svøríki. Andreas Norlén, formaður í ríkisdegnum, fer í dag at skjóta upp, at Ulf Kristersson, formaður í Moderata flokkinum, verður nýggjur forsætisráðharri.

Norlén mælir til, at Kristersson skipar samgongu við Kristindemokratarnar, skrivar TV2. Ríkisdagurin atkvøður um stjórn mikudagin.

Ríkisdagsval var 9. september, men enn er ikki eydnast at skipa stjórn. Orsøkin er, at eingin vil samstarva við Svøríkisdemokratarnar, sum gjørdust triði størsti flokkur til valið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder