Innanlands

Um Atlantshav við lítlum yvirbygdum seksmannafari

Sí fyrstu skitsutekningina til bátin, sum Hanus Jensen skal smíða til Livar Nysted

(Mynd: Jákup Jacobsen)

(Mynd: Jákup Jacobsen)

2019-02-13 09:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður í mai mánaði einaferð, at Hanus Jensen, bátasmiður í Roskilde fer undir at strekkja kjølin til nýggja bátin, sum Livar Nysted í Hvannasundi skal rógva við tvørtur um Atlantshav næsta ár.

Talan verður um eitt lítið seksmannafar ella stórt fimmmannafar, og sostatt nakað størri enn Diana Victoria, ið Hanus sum blaðungur bátasmiður smíðaði til Ova Joensen á sinni at rógva til Danmarkar við.

Sambært fyribils tekningunum verður báturin knappar sjey metrar langur og 1,62 metrar breyður millum tollarnar.

[object Object]

Yvirbygdur
Livar greiðir soleiðis frá.

- Báturin verður yvirbygdur við kabinu bæði har frammi og har afturi. Aftara kabinan verður til at sova í, og fremra til proviant, vatn og annað.

- Tað verður ikki gjørt á sama hátt, sum á Dianu Victoriu, har dekkið er ájavnt við borðini. Á mínum báti verður yvirbygningurin nakað hægri, nakað sum á trevjabátunum, eg fyrr havi róð við. Kabinurnar verða úr glasfipri, og koma at virka sum ein trygd hjá mær, við tað at kabinurnar gera at báturin vendir seg upp á rætt kjøl aftur, um hann holvist.

- Vit báðir Hanus hava tosað eitt sindur um, hvussu báturin skal vera. Hann skal vera sterkur, men kortini ikki alt ov tungur.

Vanligar føroyskar árar
Livar ætlar sær at rógva upp á føroyskan máta. Tað vil siga, at hann situr á bekki og rør við føroyskum árum. Hann ætlar tó at hava kolfipurárar við umborð eisini at taka til, um tað skuldi blivið neyðugt, greiðir Livar Nysted frá.

Ætlanin er at túrurin skal byrja í januar mánaði í 2020, og um Livar av onkrum orsøkum ikki skuldi verið til reiðar at fara tá, so verður túrurin útsettur til januar 2021.

- Tað ljóðar kanska eitt sindur undarligt at fara avstað, tá tað er hávetur á norðaru hálvkúlu, men har niðri við Kanariuoyggjar, hevur tað ikki nógv at siga, at tað er vetur. Men tað hevur stóran týdning at gera túrin áðrenn liðið er ov langt út á árið, tí tá byrjar árstíðin við ódnum í Karibia, og tað skal ein ansa sær fyri. So um tað ikki eydnast at sleppa avstað áðrenn januar mánaði er farin næsta ár, so verður túrurin útsettur til januar árið eftir.

- Tá róð verður tvørtur um Atlantshav, so verður henda leiðin úr Kanariuoyggjum og vestur í hav brúkt, tí tá er bæði rákið og passatvindurin til vildar.

Undir harða venjing
Nú avgerð er tikin um at lata bát smíða og tíðarfreist sett á, so ræður um hjá Livari at gera seg til reiðar, bæði sálarliga og likamliga til langa túrin.

Livar kennir seg, hóast dópsattestin sigur, at hann verður 49 ár áðrenn lagt verður frá landi, væl fyri.

- Eg skal sjálvandi venja nógv og fyrireika meg til skula sita við árarnar upp í 14 tímar um samdøgrið. Men tað verður kanska einsemið, sum verður mín størsta avbjóðing. Hinvegin rokni eg eisini við, at tað kann vera ein lætti at vera einsamallur. Ikki nakran at taka atlit til. Kann hvíla meg ella leggja meg tá eg sjálvur vil og fara til árarnar aftur tá eg sjálvur vil, og ikki vera bundin at einum skema og øðrum fólkum.

AIS og turrfóður
Við sær á ferðini hevur Livar fylgisveinatelefon, so møguleiki er at hava samband við land. Hartil verður eisini øll neyðug útgerð, so sum GPS, VHF og ikki minst AIS, sum verður ein trygd, tí henda skipanin ávarar hvørja ferð at eitt stórt skip er nærhendis.

- AIS-skipanin er snild, tí stóru farmaskipini síggja meg á teirra AIS-skipan, og eg fái eina ávaring, tá stóru skipini koma innan fyri ein ávísan radius. Tað er ein trygd hjá mær, so eg ikki skal óttast fyri at verða sigldur niður á náttartíð.

Maturin á túrinum verður fyri tað mesta turrfóður, sum skal blandast upp við heitum vatni. Ræðuliga óninteressant, sum Livar sigur, men effektivt. Og so verður turrur fiskur við eisini, og so sjálvandi sjokuláta, sum er neyðug tá kroppurin hevur hug at gevast.

Livar ætlar at hava rættiliga nógv vatn við sær á ferðini, ið eisini kemur at virka sum ballast í bátinum, men hann kemur eisini hava eina hondpumpu við, sum kann gera so mikið av feskvatni, at tað er nóg mikið til vanligt brúk.

Royndur havrógvari
Livar Nysted hevur fyrr roynt at rógva um Atlantshavi, men tað heur verið við glastrevjabátum við fleiri rógvarum við.

Fyrsta royndin at sigla hesa somu leið var í 2009, tá Livar var við í eini manning, ið ætlaði at seta met. Men tann royndin miseydnaðist eftir 1.000 fjórðingar.

Í 2010 gekk betur, tá Livar og tríggir aðrir tóðu úr New York til Onglands og slóu eitt 114 ára gamalt met.

Í 2013 vóru teir átta mans, sum róðu úr Kanariuoyggjum til Barbados, og seinni sama ár gjørdist Livar fyrsti maður, ið hevði róð tvey heimshøv sama árð, tá hann sjálvur triði var við til at rógvar úr Avstralia yvir Indiska havið til Mauritius.

Les eisini: Livar fyrireikar seg til nýtt kappabragd 

[object Object]
Hanus Jensen bygdi eisini Dianu Victoriu, sum Ovi Joensen róði til Keypmannahavnar við í 1986

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder