2019-06-15 12:20
10. apríl 2019, sama dag sum niðurstøðan í málinum um fyrrverandi tíðindaleiðaran í Kringvarpinum varð almenn, gjørdist greitt, at tíðindaleiðarin og advokatur hennara kærdu málið til Løgtingsins umboðsmann.
Les eisini: Hava latið umboðsmanninum málið
Løgtingsins umboðsmaður er byrjaður at gjøgnumganga málið. Hon sigur, at hon hevur biðið um útgreinan av nøkrum viðurskiftum, men at hon annars brúkar tíð at ganga ígjøgnum málið.
Eftir at hava hugt at málinum verður avgerð tikin um, hvat umboðsmaðurin fer at gera við málið, og um meira yvirhøvur verður gjørt við málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald