Innanlands

Umhugsa 34 íbúðir á Frúutrøð

Málið um íbúðarbygging á Frúutrøð kemur fyri Tórshavnar býráð í annaðkvøld

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-05-22 10:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ongi tilboð komu inn, tá Frúutrøð varð bjóðað út til íbúðarbygging. Men fyrst í árinum vísti varð avtalað milum Bústaðir og kommununa at gera uppskot um skipan av økinum. Fyrst í mars var innleiðandi hugskotsætlan fyri skipan av Frúutrøð løgd fram.

Fýra uppskot vóru, sum øll hava verið umrødd í umsitingini, bæði í mun til hvussu nógvar búeindir og parkeringspláss fáast burturúr. Umsitingin hellur til eitt uppskot , har talan er um 2700 bygdar fermetrar við 34 íbúðum á 70 m2 í tveimum hæddum. Parkeringskjallarin verður í einum dekki gjørdur til 70 akfør, men í tveimum hæddum til 140 akfør. 

Musikkskúlin kann tá varðveitast sum borgarahús ella býarsavn. 

Talan er um eitt yvirskipað innleiðandi hugskot, og í eini møguligari framhaldandi tilgongd kann skipanin broytast rættiliga nógv, skrivar Tórshavnar kommuna. Bústaðir hava víst á ynski um at skipa verkætlanina á líknandi hátt, sum samstarvið við Finsen varð skipað. Í hesum sambandinum verður neyðugt at nágreina leiklutin hjá báðum pørtunum nærri. 

Byggi- og býarskipanarnevndin og tekniska nevnd hava tikið undir við málinum, sum kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder