Innanlands

Umhugsa alternativa fígging av tunlunum norður um Fjall

Jørgen Niclasen lovar, at roynt verður at skunda undir tunnilsverkætlanirnar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-11-06 12:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Vit arbeiða í løtuni við møguleikanum um at framskunda tunnilsverkætlanina til Hvalbiar enn meira, so at farast kann undir at bora norður um Fjall skjótast gjørligt. Tí farleiðin norður um Fjall hevur fyrstu raðfesting eftir Hvalbiartunnilin.

Soleiðis segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við samferðslumálum, í løgtinginum í dag.

Ófráboðaðir fyrispurningar vóru á skránni í løgtinginum fyrrapartin, og millum spurningarnar var farleiðin norður um Fjall.

Tað var Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, sum vildi hava at vita, hvar málið liggur í løtuni, og um landsstýrið arbeiðir við møguleikanum við at brúka sokallaðu Numo-loysnina.

Numo-loysnin er eitt uppskot, sum eitt grannskoðaravirki við sama navni kom fram við, ið snýr seg um at fíggja tunnilsverkætlanina uttan um landskassan og fíggjarlógina, og ístaðin lata eitt av almennu tunnilsfeløgunum standa fyri verkætlanini og finna fíggingina.

Á tann hátt kann farleiðin til Árnafjarðar og Norðdepils framskundast og fremjast samstundis sum aðrar almennar tunnilsverkætlanir fara fram, eitt nú í Suðuroy.

- Vit arbeiða við fíggjarlógini í løtuni, og leita eftir pengum til fígging at ætlaðu tunnilsætlanunum. Finna vit fíggingina á fíggjarlógini, so brúka vit ta loysnina, men um tann leisturin ikki kann brúkast so skjótt sum boringin í Hvalba er liðug, so er møguleiki at royna alternativa fígging – tað er jú ikki ókent, segði Jørgen Niclasen.

Landsstýrismaðurin varð eisini spurdur um, hvussu langt komið er viðvíkjandi linjuføringini. Tað er, um tunnilin skal borast úr Ánunum eins og nú, ella um setast skal á fjallið í Gerðabøi, so tað slepst undan at koyra ígjøgnum Klaksvíkar bý, um leiðin gongur norður um Fjall.

Jørgen Niclasen segði, at støða er ikki tikin til tann spurningin.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder