
Nú sær tað út til at fara at vera. Flogruta millum Vágar og New York.
Atlantsflog fer í august at flúgva úr Vágum til flogvøllin Stewart uttanfyri New York.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sigur við útvarpið, at tað í fyrstu syftu verður flogið um vári og um heysti.
- Tað sum liggur í kortinum nú, er at vit flúgva til flogvøllin Stewart, sum liggur uttanfyri New York, og har eru góðir ferðamøguleikar inn í býin.
Jóhanna á Bergi (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
Sambært Kringvarpinum tekur tað umleið hálvanannan tíma at ferðast við toki frá flogvøllinum Stewart inn í býin.
- Tað vísir seg at vera torført at fáa pláss á flogvøllunum, sum eru nærri við býin, og hetta er nakað sum man má uppbyggja, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.
Hon sigur, at prísirnir fara í flestu førum at vera kappingarførir við prísirnir at flúgva úr Reykjavík.
- Vit koma at hava ein góðan kappingarføran prís, og vit kenna prísirnir sum tað kostar at flúgva til Gran Canaria sum er umleið fimm tímar, og tað verður eitt vet hægri enn tað. Prísurin fer at liggja um einar 6000 krónur og uppeftir aftur og fram, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, við útvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald