Mentan

Ummæli: Høvuðsleikluturin kundi akkurát tað sama verið eitt mannfólk

Marvel roynir seg við kvinnuligum høvuðsleikluti í nýggjasta superhetju filminum, "Captain Marvel". Føroyskur ummælari gevur filminum 3 av 5 stjørnum

2019-03-17 21:03 Author image
Rannvá Dam í Baianstovu
placeholder

Kvinnuligir høvuðsleiklutir eru nógv frammi í løtuni. Í 2017 kom DC við filminum “Wonder Woman”, og sjálvandi fylgir Marvel við. Tað síggja vit í “Captain Marvel” – ein filmur, sum vísur søguna hjá fyrsta persóninum í hetjubólkinum The Avengers, og hvussu hugskotið til at stovna bólkin bleiv til.

Vit fylgja høvuðspersónin Vers, Carol Danvers (Brie Larson), sum hevur minnisloysi. Hon býr á gongustjørnuni Kree, har hon er ein Starforce-hermaður sum er í kríggj. Fyri at gera eina langa søgu stutta, endar hon á jørðini í 1995, og harfrá heldur søgan á. 

Marvel hava sum frá líður, gjørt nógvar filmar. Heili 21 síðani 2008 um ein vil vera heilt nágreiniligur, og tað sýnist sum, at teir hava funnið uppskriftina. Hetta sæst eisini í “Captain Marvel”, sum er ein serkendur Marvel-filmur, við øllum tí, sum eyðkennir ein hetju-film. Her eru óndir skálkar, ein stuttligur stuðulsleiklutur, og eina rúgvu av action og special effects. Um tú vilt síggja ein heilt vanligan film um superhetjur, er hetta júst filmurin fyri teg.

Eitt, sum tó skilir hendan filmin frá aðrar Marvel filmar, er kvinnuligi høvuðsleikluturin.

Carol Danvers er fyrsta kvinnuliga hetjan í einum Marvel-filmi. Nógv hugsa sikkurt, at hetta var uppá tíðina, men hetta hevur tó skapt nógar tvídráttir í miðlunum. Fyri ein sannan Marvel-fjeppara er tað helst atfinningarsamt, at mann fer inn og broytir kynið á upprunakarakterinum, men fyri ein, sum ikki er ein eins stórur fjeppari, er Marvel sloppin heilt væl frá tí, og hetta ávirkar ikki filmin beinleiðis. Hesin leikluturin kundi akkurát tað sama verið eitt mannfólk. Ofta plaga filmar við kvinnuligum superhetjum at leggja stóran dent á “girl power”, ella at kvinnan er “ein av dreingjunum” men Captain Marvel ger hvørki. Hetta sýnist sum ein heilt vanligur superhetju-filmur, har tað bara er av tilvild, at hetjan er ein kvinna.

Men sum áður nevnt, er filmurin út yvir hetta rættiliga líkur aðrar Marvel-filmar, og sum aðrir filmar í Marvel-heiminum, hongur hesin saman við restina í eina størri heild. 

Hetta ein sonevndur “prequel”, og tað ávirkar filmin. Serliga er hetta nakað, sum fjepparar kunnu fáa nakað burtur úr. Til dømis síggja vit søguna aftanfyri navnið Avengers, og hvussu Nick Fury misti eygað. Eisini verður tað áhugavert at síggja, um hesin prequel-filmurin hongur saman við næsta filminum “Avengers: End Game”, sum hevur frumsýning 26. apríl.

“Captain Marvel” er ein filmur, sum fylgir vanligu uppskriftini hjá Marvel-filmum, og her er ikki nógv nýtt undir sólini. Vil man tó hava ein vanligan hetju-film, verður mann ikki skuffaður.

Captain Marvel (3/5)

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder