Innanlands

Umráðandi við kapping um vindorkuna

Nevndarformaðurin í vindfeløgunum hjá SEV mælir landsmyndugleikunum til at fara fram eftir einum skipaðum leisti

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-04-01 20:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nevndarformaðurin í vindfeløgunum hjá SEV fegnast um møguleikan at fara undir elframleiðslu úr vindorku í Suðuroy, og heitir samstundis á landspolitikarar og myndugleikar um at tryggja, at kapping við flest møguligum luttakarum altíð er í almennum útboðum um varandi orku.

”Skulu vit framhaldandi tryggja lægst møguligan elprís til gagns fyri vanliga føroyingin eins væl og vinnulívið og stovnar, er neyðugt við kapping við flest møguligum luttakarum um loyvini til at framleiða el. Jú fleiri eru um boðið, lægri verður prísurin til gagns fyri alt samfelagið”, sigur John Zachariassen, nevndarformaður í vindfeløgunum hjá SEV.

Í kappingini um loyvi til at seta upp vindmyllur á tilsamans 6,3 MW upp oman fyri Porkeri, komu tvey tilboð inn. Annað tilboðið átti hollendski vindmylluframleiðarin EWT, sum beyð sær til at framleiða el fyri 34 oyru pr. kWt, og hitt átti vindfelagið í Neshaga, hvørs prísur var 31,55 oyru pr. kWt. Sostatt var boðið hjá vindfelagnum 2,45 oyru lægri, og 29. mars boðaði orkumyndugleikin frá, at vindfelagið hevði fingið loyvið, skrivar SEV á heimasíðuni.

Um alt gongur sum ætlað, fer vindmyllulundin at framleiða el úr vindorku í Porkerishaganum á sumri komandi ár. Við hesum fer elframleiðslan úr varandi orku í Suðuroy úr 10% upp í uml. 50%.

Nevndarformaðurin mælir eisini landsmyndugleikunum til at fara fram eftir einum skipaðum leisti, tá útboð verða gjørd, soleiðis at sum mest av varandi orku fæst burturúr teimum støðum, sum vald verða til elframleiðslu. Hetta fyri at fara væl um okkara vøkru náttúru, við at gera fæst og minst møgulig inntriv í hana.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder