- Hetta er ein stórur sigur fyri Havstovuna og eisini øll onnur, at semja er um hesa veiðiregluna, sum er løgd fram.
Tað sigur Petur Steingrund, sum hevur sitið í arbeiðsbólki, sum nú er komin við tilmæli um umsitingarætlan av fiskiskapinum á føroysku landgrunnunum. Eins og greitt varð á tíðindafundi fríggjardagin, er arbeiðsbólkurin, sum hevur verið mannaður av fólki frá vinnuni og havstovuni, samdur um tilmæli. Tilmælið tekur stríðið um hvussu nógvir fiskidagar skulu vera á hvørjum ári úr løgtinginum og letur tað í hondina á landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum verður bundin av tilmæli frá Havstovuni. Petur Steingrund greiðir frá, at talan verður um eina útrokningarskipan, sum verður løtt at umsita.
Les eisini: Søgulig semja steðgar stríði um fólksins ogn
- Tað er eitt nýbrot, at úrslitini frá stovnsmetingunum verða grundarlagið undir fiskiskapinum. Men tað er semja um at fylgja einari veiðireglu. Ein og hvør kann rokna út, um fiskidagarnir minka, vaksa ella verða teir somu, um tey hava tølini frá havstovuni, sigur deildarleiðarin fyri botnfiskadeildini á Havstovuni.
Politikkarar skulu gera dagaskipanina ópolitiska
- Vit vóna at løgtingið tekur undir við veiðiregluni. Tá samtykkir løgtingið samtykkir einari yvirskipaða reglu, meðan detaljurnar um, hvat skal henda á hvørjum ári, verður hjá landsstýrismanninum, sum fylgir einari veiðireglu, sum løgtingið skal samtykkja, sigur Petur Steingrund. Hann greiðir frá, at hetta fer at gera arbeiðið meira stablit.
Les eisini: Tað besta var um tingið kom saman aftur
- Tað gevur vinnuni og serfrøðini frið at arbeiða. Serfrøðin kann hugsavna seg um, um hesi virðini eru nóg góð og gera nýggjar útrokningar, meðan vinnan eisini kann arbeiða undir stabilari umstøðum, tí dagatalið broytist lítið, sigur Petur Steingrund. Hann sigur eisini, at tað verður nógv lættari at koma við tilmælum hjá Havstovuni, tí hon bara skal arbeiða eftir einum frymli. Og hann vónar eisini, at hendan skipanin kann steðga tí æviga stríðnum millum serfrøðina og vinnuna.
Les eisini: Vinnan og havfrøðin mugu arbeiða saman
- Tað eigur ikki at vera nøkur andsøgn ímillum vinnuna og serfrøðina, tí yvir longri tíð, hava allir partar felags áhugamál, sigur Petur Steingrund at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald