Innanlands

Umval verður í Runavíkar kommunu 13. januar

Løgmálaráðið hevur tikið avgerð um at ógilda kommunuvalið í Runavíkar kommunu 12. november í fjør

Allir borgarar í Runavíkar kommunu skulu velja býráð av nýggjum í januar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Allir borgarar í Runavíkar kommunu skulu velja býráð av nýggjum í januar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-21 13:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgmálaráðið hevur í dag tikið avgerð um, at kommunustýrið skal veljast av nýggjum.

Avgerðin er fallin eftir at ákæruvaldið í dag boðaði frá, at ein persónur er ákærdur fyri brot á revsilógina fyri at reingja varúrslitið í Oyndarfirði.

Les: Ákæra reist í málinum um kommunuvalið í Oyndarfirði

Løgmálaráðið skrivar, at við ákæruni er so stórur ivi sáddur um, hvørt samansetingin av manningini í Runavíkar býráð er røtt, at ráðið hevur tikið avgerð um at ógilda kommunuvalið í Runavíkar kommunu tann 12. november 2024 og lýsa umval, soleiðis at spurnartekin ikki kann setast við rættargildið av Runavíkar býráð.

Umvalið í Runavíkar kommunu verður týsdagin, tann 13. januar 2026. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder