Nógv virksemi heldur til undir Undir Bryggjubakka í Tórshavn. Har eru matstovur, kaféir, bókasøla, og ymiskir stovnar.
Meðan staðið kanska serliga er kent fyri sín hugna um summarið, tá nógv fólk leita sær oman har til okkurt leskiligt, eitt prát yvir kaffi ella at forvitnast á fiskasølutorginum í Vágsbotni, so kann ikki sigast at har er serliga hugnaligt í dag.
Sum sæst á sjónbandaupptøkunum, so er óvanliga nógv flóð undir Byrggjubakka í dag. Bátabrúgvin liggur nógv hægri enn vanligt er, og tá aldurnar spakuliga koma inn um bátaplássið, streymar sjógvurin inn yvir vegin.
Tí er nokk eitt gott hugskot at hava góðar skógvar ella stivlar, um tú hevur ørindi niðri undir Bryggjubakka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald