Innanlands

Undir jørð við parkeringstrupulleikanum

Borgarstjórin í Havn sigur seg hava loysnina á parkeringsavbjóðingini. Parkeringin skal vera undir jørð

2019-04-04 14:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Við einum tunnli fyri 128 milliónir krónur ber til at loysa parkeringstrupulleikan í Havn.

Hetta sigur Annika Olsen, borgarstjóri, sum í dag hevur sent eitt tíðindaskriv út, undirskrivað Annika Olsen, men ikki ’borgarstjóri’, har greitt verður frá loysnini.

Talan er um at bora ein breiðan tunnil í ein hálvsirkul undir biðbýnum í Havn. Annar munnin verður í beninum við Skálatrøð, og hin í beninum undir Skansabrekkuni við Eystaru bryggju. Herímillum verða so støð, har komast kann upp í ljósið, eitt nú á Frúutrøð, á Glaðsheyggi og við Steinatún.

[object Object]

- Her er pláss fyri 700 bilum. Tunnilin loysir eisini upp fyri nógvum øðrum møguleikum, eitt nú goymslu-, køli- og frystitunlum, eins og tunnilin kann loysa nógvar trupulleikar við kaðallegging av øllum møgiligum sløgum.

Annika Olsen sigur í skrivinum, at talan er um eitt uppskot, sum ikki er viðgjørt politiskt, og tí bara er eitt skitsuprojekt.

Tunnilin verður ætlandi ein kilometur langur og kemur at kosta 128 milliónir krónur.

- Kostprísurin pr. parkeringspláss verður sostatt 183.000 krónur, lítið meira enn tað kostar við einum parkeringshúsi, sigur Annika Olsen. 

Les greinina á lesarin.fo: Parkeringstunnil undir Havnini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder