Innanlands

Unga Tjóðveldið: - Núverandi fosturtøkulóg skal dagførast og liberaliserast

Unga Tjóðveldið setur sjóneykuna á fosturtøkulóggávuna í morgin

Nevndin í Unga Tjóðveldinum á ólavsøku í ár (Mynd: Unga Tjóðveldið)

Nevndin í Unga Tjóðveldinum á ólavsøku í ár (Mynd: Unga Tjóðveldið)

2018-10-02 09:16 Author image
Oda Strøm
placeholder

Mikukvøldið 3. oktober kl 19:30 skipar Unga Tjóðveldið fyri einum kvøldi um fosturtøkulóggávuna. 

29. juli 2018 vórðu familjumál yvirtikin, og hetta merkir, at fosturtøkulógin er nú á føroyskum hondum.

Unga Tjóðveldið heldur tí, at tað er upplagt at kjakast um núverandi donsku lógina og lufta tankan um, at vit skulu hava eina nýggja lóg.

- Í Unga Tjóðveldinum eru vit sannførd um, at núverandi lóg skal dagførast og liberaliserast. Vit eru sannførd um, at vit hava tørv á eini nýggjari lóg, har kvinnan sjálv hevur avgerðarrættin og kvinnur í Føroyum fáa rættin til fría abort, skrivar Unga Tjóðveldið um tiltakið. 

Kjakkvøldið, sum politiska ungmannafelagið hjá Tjóðveldi skipar fyri, verður í Reinsarínum í Havn í morgin klokkan 19:30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder