Tað sigur Unga Tjóðveldi í skrivi í dag, nú uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir um løgfrøðiligt kynsskifti verður til 1. viðgerð í tinginum í morgin.
- Sjálvsagt skulu vit gera gerandisdagin hjá tvørkyndum lættari, og vit skulu tryggja okkum, at landsins lógir ikki forða teimum, at tey liva í samsvar við hvørji, tey eru.
- Tilgongdin at broyta kyn er hørð, long og trupul, men sleppa tvørkynd at skifta kyn løgfrøðiliga, so minka vit um stigmatiseringina meðan tey eru í tilgongdini.
- Vit skulu sum samfelag altíð stríðast fyri at tryggja betri minnilutarættindi. Hetta er leiðin til einar Føroyar fyri øll, har allir borgarar trívast.
- Í Unga Tjóðveldinum halda vit tað verða sjálvsagt, at arbeiða fyri einum rúmligari og meira innbjóðandi samfelagi. Vit heita tí á tingbólk Tjóðveldis at gera tað sama, og trýsta á grøna knøttin í morgin.
Uppskotið kemur til 1. viðgerð á tingfundinum í morgin, sum byrjar klokkan 11.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald