
Navnadagurin skuldi eftir røttum vera 17. desember 2021, men koronufarsóttin gjørdi tá um seg og beindi fyri ætlanunum. Men nú skal ungdómshúsið hava navn.
Dagstovnurin á Velbastað hevur seinasta árið verið karmur um Ungdómshúsið á Velbastað. Endamálið við ungdómshúsinum er at geva teimum ungu høvi at hittast, stuttleika sær saman og skapa vinarløg í einum hugnaligum, áhugaverdum og kveikjandi umhvørvi.
Í nýggja ungdómshúsinum kunnu tey ungu millum mangt annað stuttleika sær við borðspølum, spurnarkappingum, Playstation, tónleiki, spæla dart, binda, hekla, baka og spæla uttanduraspøl. Harafturat er ein kiosk og eitt filmsrúm í húsinum, og tað er eisini møguleiki fyri at stuttleika sær í stóru høllini á staðnum.
Skráin fríggjakvøldið 31. mars
Kl. 19.00 Dyrnar lata upp, popkorn, slush ice og annað gott verður at fáa. Ester S. Thomasen, stovnsleiðari, bjóðar vælkomin, ber fram røðu og hevur eitt upplegg frá teimum ungu
Kl. 19.20 Annfinn Brekkstein, formaður í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar kommunu, ber fram røðu
Kl. 19.30 Tónleikur við Sámali Ravnsfjall
Kl. 20.00 Navnið á ungdómshúsinum verður avdúkað.
Eftir hetta verður opið hús, tónleikur, hugni og fólk eru vælkomin at hyggja runt á stovninum.
Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald