2021-09-10 10:11

Fleiri fráboðanir komu í Vágum í gjárkvøldið um skutarar. Fólk gjørdu løgregluna varuga við, at tríggir skutarar larmaðu so illa, og at koyringin var vitleys.
Løgreglan sendi ikki patruljuna út í gjárkvøldið, men vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir, at teir fingu fatur á nummarplátunum, og tey fara at seta seg í samband við eigararnar í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald