Uttanlands

Ungur føroyingur horvin í Keypmannahavn

Familjan hevur lagt eina eftirlýsing út á Facebook

2018-07-13 07:41 Author image
Oda Strøm
placeholder

Ungi føroyski maðurin, Helgi Johannesen, er púra horvin í Keypmannahavn, og familjan leitar nú eftir honum.

Ungi maðurin kom saman við einum vinmanni til Keypmannahavnar frá Jamaica mikumorgunin kl. 03:30. Teir løgdu seg síðan at sova í einari íbúð á Frederiksberg. Helgi er ikki sæddur síðan hósmorgunin kl. 04:30, tá hann gekk einsamallur uttanfyri Laurits Betjent. Har møtti hann einum føroyingi og segði, at hann var á veg heim, og at telefonin var útbrend. Helgi er tó ongantíð komin heim.

- Hansara fartelefon er sløkt, og hann hevur ikki verið online á sosialum miðlum seinasta hálva annað døgnið.

Familjan heitir á øll um at deila boðini á Facebook og ynskja at hoyra frá einhvørjum, sum kanska veit okkurt um, hvar Helgi kann vera.

Helgi er funnin aftur í øllum góðum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder