Føroya Váðaráð hevur hildið sín fjórða fund, og hevur ikki funnið orsøk til at rópa varskó mótvegis búskaparligu gongdini, sum nú er.
Tað gongur framvegis væl í føroyska búskapinum, og uppgongutíðirnar – hájonkunktururin – tykist at halda fram, skrivar Váðaráði, sum eins og tjóðbankin vísir á, at framgongdin nú verður mett at vera haldbetri enn undanfarnu uppgangstíðir í Føroyum.
- Hetta sæst millum annað í útlánunum hjá føroysku peningastovnunum. Útlánsvøksturin í 2017 er ikki størri enn vøksturin í búskapinum, sum annars gjørdi um seg undan fíggjarkreppunum í 1992 og í 2008. Útlánsvøksturin er vaksandi, men verður hugt gjøllari at hesum útlánsvøkstri, eru tað útlán til fyritøkur undir almennum ræði og kommunur, ið stendur fyri meginpartinum.
- Somuleiðis hava føroysku peningastovnarnir eitt stórt og vaksandi innlánsyvirskot. Innlánsyvirskotið hjá húsarhaldunum og privatu vinnuni er batnað nógv síðan árslok 2013, skrivar Váðaráðið millum annað.
Váðaráðið hevur gjørt eina meting av føroysku peningastovnunum, og vísir á allir eru innan fyri tey mørkini, ið sett verða fyri nær peningastovnurin liggur trygt frá váða.
Nakað, ið peikar á skeivan bógv eru húsaprísirnir. Sethúsaprísirnir hækka í løtuni skjótari enn inntøkurnar. Serliga eru fermeturprísirnir á íbúðum í miðstaðarøkinum lutfalsliga høgir. Veksur útboðið av bústøðum, er tað tó ikki víst, at prísirnir fara at halda seg á tí høga stigi, ið nú er.
Innlánini hjá tí almenna í føroysku peningastovnunum vóru við árslok 2017 oman fyri 2 milliardir krónur. Tað almenna fevnir um land, kommunur, sosialar grunnar og fyritøkur undir almennum ræði. Váðaráðið mælir til at hugt verður at hvar almennu stovnarnir og feløg skulu seta sínar pengar.
Føroya Váðaráð hevur fundir minst fýra ferðir um árið. Í ráðnum sita Malan Johansen, landsbankastjóri, Jesper Rangvid professari í CBS, Bjørn Rúnar Gudmundsson, skrivstovustjóri á Hagstovu Íslands, Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri á Fíggjarmálaráðnum og Jógvan Thomsen, sjóri á Vinnustovninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald