Mánadagin 29. oktober lata Frítíðarskúlin í Hoyvík og KLUBB 188 dyrnar upp fyri øllum áhugaðum, har tey vitjandi fáa møguleika at uppliva eina halloween sansabreyt.
Sansabreytin nemur við nærum allar sansirnar. Breytin er ein langur myrkur tunnil, ið bert við hjálp frá avmarkaðum ljósi, at føra seg ígjøgnum eiturkoppar, eiturkoppaspinn, sjálvlýsandi spøkilsir, greinar og mangt annað, sum ikki verður greitt frá her, men sum møguleiki er at uppliva.
Sansastimbran og forvitni verður eggjað meðan ristingar, ófrættakendar og óhugnaligar heksir og annað vísa seg ymsastaðni. Alt hetta meðan óhugnaligur tónleikur við hjartasláttri, orgulspæli, klamsandi hurðum, knirki, skríggi og annað verður at hoyra. Hvør veit, um møguleiki eisini er fyri at møta onkrum óhugnaligum
fangandi "menniskja" á ferðini í sansabreytini.
Opið verður mánadagin 29. oktober frá kl. 17.30-19.30, og øll børn, ung, mammur, pápar, ommur, abbar og øll onnur - yngri sum eldri, eru hjartaliga vælkomin at royna halloween sansabreytina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald