Innanlands

Uppsagdur: Forstjóri í 10 mánaðir

Ben Arabo slapp bara at sita sum forstjóri í 10 mánaðir, áðrenn hann varð sendur til hús

Ben Arabo (Skermmynd, KvF)

Ben Arabo (Skermmynd, KvF)

2018-09-25 15:10 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tað var 29. september í fjør, at tað kom fram, at Betri P/F hevði sett Ben Arabo í starv sum forstjóra í samtakinum at byrja 1. desember. 

Ben Arabo hevði tá starvast sum stjóri í Atlantic Petroleum í 7 ár og skuldi taka yvir eftir umstrídda fyrrverandi stjóran í Eik/Betri samtakinum Suna Schwartz Jacobsen, sum fór úr starvinum.  

Og tað var eisini ein sera glaður og spentur forstjóri, ið var at síggja til sín fyrsta arbeiðsdag í Degi & Viku 1. desember í fjør. 

- Nú er at hyggja frameftir, tí hetta er jú longu Føroya størsta fíggjarsamtak, og fokusið verður uppá kundarnir frameftir, segði Ben Arabo, tá hann setti seg í stjórastólin til fyrsta arbeiðsdag ein fríggjadag.

- Nú eri eg ikki pátrúgvin sjálvur, og eg eri longu byrjaður í tí smáa. Men jú, fyrsti offisielli dagur er í dag 1. desember, segði forstjórin við Dag & Viku.

Nú vísir tað seg tó, at tað var kanska óheppið at byrja uppá okkurt ein fríggjadag hóast alt - tí eftir bert 10 mánaðar er forstjórin koyrdur frá vegna innanhýsis samstarvstrupulleikar. Ein avgerð, sum samstundis hevur havt við sær, at næstformaðurin í nevndini í Betri, Teitur Poulsen, eisini valdi at taka seg úr nevndini orsakað av ósemju um avgerðina at koyra stjóran.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder