Innanlands

Uppskot um at avtaka føroysku fólkatingssessirnar

Løgtingsformaðurin hevur lagt fram uppskotið fram. Føroysku umboðini á fólkatingi hava ein undarligan leiklut í donskum politikki, sigur hann

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-07 23:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein røð av uppskotum, sum eru komin eftir seinasta framløgudag í tinginum, eru í kvøld løgd út á heimasíðuna hjá løgtinginum.

Eitt av teimum er eitt uppskot til samtyktar hjá Páll á Reynatúgvu, løgtingsformanni og tingmanni fyri Tjóðveldi.

Í uppskotinum verður heitt á landsstýrið um at fremja tingsins vilja - um tað verður samtykt - mótvegis donsku stjórnini í hesum máli at avtaka føroysku fólkatingsessirnar.

Føroyar eru nevndar tvær ferðir í donsku grundlógini viðvíkjandi fólkatingsvali, og Páll á Reynatúgvu mælir til at triðja orðingarnar um Føroyar og føroysku fólkatingsumboðanini.

- Um tað einaferð í summum eygum, kann hava tænt sínum praktiska endamáli at hava tvinnar føroyskar fólkatingssessir á Fólkatingi, so er tann tørvurin útvatnaður fyri langari tíð síðani. Føroyskir myndugleikar hava heimtikið flestu felagsmálini, og eftir eru málini, sum beinleiðis knýta seg at skipanini av føroyska lýðveldinum, skrivar Páll á Reynatúgvu í viðmerkingunum.

- Verandi føroysku fólkatingslimir hava tí fingið ein undarligan leiklut í donskum politikki. Eitt er, at teir kunnu gera av, hvør skal hava stjórnarvaldið í Danmark.

- Omaná stjórnarligu naggatódnina, so reika hesir fólkatingslimir, inn og út úr føroyskum politikki, og skapa órógv í politisku skipanini í Føroyum. Teir eru væl betri samsýntir enn føroysk tingfólk, og samanborið við tær 30.000 kr., sum løgtingsfólk fáa at arbeiða við um árið, fær ein fólkatingslimur væl omanfyri 1 mió. kr. um árið, skrivar løgtingsformaðurin í viðmerkingunum.

- Skipanin elur okkurt slag av ónøgd og mismuni, sum ikki tænir nøkrum. Við føroysku fólkatingssessunum hava vit fingið eina yvirstætt millum føroyskar politikarar, sum hevur lítið annað at taka sær til, enn at selja seg sjálvan og sítt undirhald, sigur Páll á Reynatúgvu.

Eisini ger hann vart við, at fólkatingsvalini eru órógvandi, og skapa valstríð í løgtinginum í úrtíð.


Les eisini um seinastu Spyr.fo-kanningina hjá Portalinum:
Fólkatingssessirnir hava týdning fyri føroysku veljararnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder