2018-11-06 18:53
Um 16 tíðina seinnapartin boðaði Ruth Vang frá, at uppskotið um at leingja kvotaskipanina varð tikið aftur.
Tað gekk tó bara ein lítil løta, so legði Jøgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, uppskotið fram aftur. Tað kann hann sambært tingskipanini, og tingkvinnurnar í Framsókn skulu tí taka støðu til sítt egna uppskot.
Eitt uppskot, sum elvdi til nógv rumbul í samgonguni. Sunnukvøldið kunngjørdu samgonguleiðararnir tó í tíðindaskrivi, at semja var í samgonguni og at uppskotið hjá Framsókn fór at vera tikið aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald