Innanlands

Uppskotið um fosturtøkulóg samtykt

Eftir yvir seks tímar langt orðaskifti, varð fosturtøkulógin samtykt við aðru viðgerð við 17 atkvøðum fyri, og 16 ímóti

Hesa ferð kom lógin ígjøgnum aðru viðgerð - nú vantar bert ein triðja viðgerð, sum verður hósdagin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hesa ferð kom lógin ígjøgnum aðru viðgerð - nú vantar bert ein triðja viðgerð, sum verður hósdagin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-02 22:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Umstrídda uppskotið um fosturtøkulóg, sum loyvir fría fosturtøku til og við 12. viku av viðgongutíðini, varð fyri løtu síðani samtykt við aðru viðgerð við 17 atkvøðum fyri, og 16 ímóti.

Orðaskiftið í tinginum hevur verið hart og drúgt. Viðgerðin byrjaði nakað fyri klokkan 16, og klokkan 22.30 varð málið samtykt.

Sí eisini: Halda fram at søkka í skotgrøvirnar í tinghúsinum

Uppskotið varð lagt fram 23. september av teimum fýra tinglimunum, Eyðdis Hartmann Niclasen úr Sambandsflokkinum, Karlot Hergeirsson úr Framsókn, Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum, og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi.

Fyrsta viðgerð av málinum var 30. september, og síðani varð málið beint í Rættarnevndini, sum legði álit fram 28. november.

Hetta var aðru ferð, at uppskot um at liberalisera fosturtøkulógina varð lagt fram í hesari tingsetuni.

Bjarni Kárason Petersen, táverandi landsstýrismaður í lógarmálum, legði 7. mars í fjør uppskot fram um fosturtøkulóg, men tað uppskotið fall við aðru viðgerð 15. mai í fjør við 15 atkvøðum fyri og 15 ímóti.

Síðan hava tó verið útskiftingar í tingmanningini, og varð mett, at nýggjur møguleiki var fyri at samtykkja uppskotið.

Eftir broytingunum í landsstýrinum, sum høvdu við sær, at Djóni Nolsøe Joensen og Bjarni Kárason Petersen komu aftur í tingið, var ógreitt, um meiriluti var fyri uppskotinum í tinginum, men í dag varð boðað frá, at Súsanna Bertholdsen fór frá sum landsstýriskvinna í barna- og útbúgvingarmálum og í løgtingið fyri Djóna Nolsøe Joensen, sum hevur tikið við aftur sum landsstýrismaður. Sostatt varð meirilutin fyri uppskotinum tryggjaður.

Málið skal samtykjast við triðju viðgerð eisini fyri at tað skal koma ígjøgnum. Sambært skránni hjá løgtinginum verður triðja viðgerð hósdagin 4. desember.

Atkvøtt varð soleiðis í málinum.

Fyri

Bjarni Kárason Petersen,Framsókn
Karlot Hergeirsson, Framsókn
Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin
Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin
Hans Jacob Thomsen, Javnaðarflokkurin
Ingilín Didriksen Strøm, Javnaðarflokkurin
Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin
Súsanna Bertholdsen, Javnaðarflokkurin
Uni Holm Johannesen, Javnaðarflokkurin
Eyðdis Hartmann Niclasen, Sambandsflokkurin
Johan Dahl, Sambandsflokkurin
Annika Olsen, Tjóðveldi
Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi
Dennis Holm, Tjóðveldi
Hervør Pálsdóttir, Tjóðveldi
Høgni Hoydal, Tjóðveldi
Liljan Weihe, Tjóðveldi

Ímóti

Árni Skaale, Fólkaflokkurin
Bárður á Lakjuni, Fólkaflokkurin
Beinir Johannesen, Fólkaflokkurin
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin
Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin
Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin
Hanna Jensen, Framsókn
Henrik Old, Javnaðarflokkurin
Jóhannis Joensen, Javnaðarflokkurin
Jenis av Rana, Miðflokkurin
Steffan Klein Poulsen, Miðflokkurin
Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkurin
Erhard Joensen, Sambandsflokkurin
Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin
Jaspur Langgaard, Sambandsflokkurin
Magnus Rasmussen, Sambandsflokkurin

Dagførd kl. 23.18

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder