Umstrídda uppskotið um fosturtøkulóg, sum loyvir fría fosturtøku til og við 12. viku av viðgongutíðini, varð fyri løtu síðani samtykt við triðju viðgerð við 17 atkvøðum fyri, og 16 ímóti.
Undir aðru viðgerð týsdagin kjakaðust tinglimir í umleið sjey tímar. Orðaskiftið í dag var fimm tímar. Viðgerðin byrjaði stutt eftir klokkan 12, og stutt fyri klokkan 17 varð uppskotið samtykt.
Fimm tinglimir løgdu fram eitt broytingaruppskot um at útselta gildiskomuna av nýggju fosturtøkulógini frá 1. juli 2026 til 1. januar 2027. Tað uppskotið fall við 15 atkvøðum fyri, 17 ímóti, og einari blankari atkvøðu.
Atkøtt varð, eins og týsdagin, soleiðis:
Fyri
Bjarni Kárason Petersen,Framsókn
Karlot Hergeirsson, Framsókn
Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin
Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin
Hans Jacob Thomsen, Javnaðarflokkurin
Ingilín Didriksen Strøm, Javnaðarflokkurin
Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin
Súsanna Bertholdsen, Javnaðarflokkurin
Uni Holm Johannesen, Javnaðarflokkurin
Eyðdis Hartmann Niclasen, Sambandsflokkurin
Johan Dahl, Sambandsflokkurin
Annika Olsen, Tjóðveldi
Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi
Dennis Holm, Tjóðveldi
Hervør Pálsdóttir, Tjóðveldi
Høgni Hoydal, Tjóðveldi
Liljan Weihe, Tjóðveldi
Ímóti
Árni Skaale, Fólkaflokkurin
Bárður á Lakjuni, Fólkaflokkurin
Beinir Johannesen, Fólkaflokkurin
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin
Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin
Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin
Hanna Jensen, Framsókn
Henrik Old, Javnaðarflokkurin
Jóhannis Joensen, Javnaðarflokkurin
Jenis av Rana, Miðflokkurin
Steffan Klein Poulsen, Miðflokkurin
Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkurin
Erhard Joensen, Sambandsflokkurin
Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin
Jaspur Langgaard, Sambandsflokkurin
Magnus Rasmussen, Sambandsflokkurin
Tey, sum atkvøddu fyri uppskotinum um fosturtøkulóg, atkvøddu ímóti broytingaruppskotinum. Henrik Old úr Javnaðarflokkinum atkvøddi blankt.
Dagførd kl. 17.09
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald