2018-07-11 17:05
Á Sundi stoypir Articon í hesum døgum motorhallirnar til nýggja Sundsverkið. Hallirnar eru 12 metrar til hæddar og verða stoyptar í trimum. Fyri hvørja stoyping fara upp ímóti 130 kubikkum av betongi í formarnar, so neyðugt er við drúgvari fyrireiking og ikki minst neyvari samskipan, tá stoypt verður.
Í nýggjasta filmsbrotinum um nýggja Sundsverkið fylgja vit arbeiðinum at stoypa eina av hesum stóru veggjunum í motorhallunum.
- Elfelagið SEV
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald