
Í dag varð verkætlanin “Úr haga á hill” sjósett á kreativari verkstovu í Hugskotinum.
Endamálið er, at menna vørur, sum hava røtur í føroysku náttúruni og siðaarvinum – men sum eisini eru sniðgivnar, nýmótans og klárar at skara framúr á handilshillunum.
Á verkstovuni varð spurningurin settur, hvussu vit kunnu menna næstu stóru vøruna til føroyskar handlar – eina vøru, sum bæði byggir á lokalar landbúnaðarrávørur og nýskapandi sniðgeving. Hesa avbjóðing samstarvaðu kokkar, bøndur og sniðgevarar um at loysa.
Dagurin byrjaði við íblástri frá Handilsfelagnum, Nora, MBM, Virka og Hugskotinum.
Síðani vóru luttakararnir býttir í bólkar, sum við støði í føroyskum landbúnaðarvørum skuldu menna eina handilsvøru og soleiðis arbeiða við hugskotsmenning og prototypum til lidna vøru, sum er klár til handilshillarnar.
Tað er Bóndafelagið sum stendur fyri verkætlanini, sum er fíggjað úr Búnaðargrunninum, og Gutti Winther er verkætlanarleiðari. Verkætlanin “Úr haga til hill” endar við at vørurnar verða vístar fram á altjóða Tonik ráðstevnuni, sum verður í Silo í Sjóvinnuhúsinum 9. mai, har tað eisini verður møguligt at síggja og væntandi royna nýggju vørurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald