Fleiri enn tíggju milliónir amerikanarar hava longu greitt atkvøðu til forsetavalið 3. november. Tað skrivar Danmarks Radio.
Tað vísa tøl frá US Elections Project frá University of Florida.
Til seinasta forsetaval í 2016 høvdu bert 1,4 milliónir atkvøtt um somu tíð.
Fleiri statir hava, orsaka av koronafarsóttini, víðka um møguleikarnar fyri at atkvøða tíðliga.
Í gjár lat enn ein statur, Georgia, upp fyri møguleikanum at atkvøða tíðliga. Tað førdi við sær bíðirøðir uppá meira enn tíggju tímar.
Donald Trump hevur fleiri ferðir sátt iva um trúvirði av brævatkvøðum. Hann er millum annað komin við uppáhaldum um, at brævatkvøður er serliga viðkvæmar mótvegis sviki. Hann hevur eisini fleiri fer ró fram undir, at brævatkvøðu vilja føra til svik við valúrslitinum.
Sambært blaðnum The Guardian vísir ein kanning frá konservativa hugskotsbankanum Heritage Foundation, at tað tey seinastu 20 árini er svika við 0,00006 prosentum av øllum atkvøðunum til forsetavali í USA
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald