Ein av fremstu generalunum í Iran, Qassem Soleimani, varð í nátt dripin í einum amerikonskum rakettálopi nærindis flogvøllin í irakiska høvuðsstaðnum Bagdad.
Tað upplýsir amerikanska Pentagon sambært tíðindastovuni Reuters.
Qassem Soleimani arbeiddi fyri kollveltingarverjuna í Iran.
Pentagon sígur í tíðindaskrivi, at tað var amerikanski forsetin, Donald Trump, sum gav teimum boðini at leypa á, og at endamálið við álopinum var at forða iransku framtíðarætlanirnar um álop.
Sambært Pentagon var Soleimani í ferð við at leggja ætlanir um at leypa á amerikonsk sendifólk í Irak.
Sambært Ritzau, verður boðað frá, at fleiri onnur lótu lív í álopinum, sum hendi fríggjamorgunin lokala tíð. Talan er m.o. um irakiska hernaðarleiðaran Abu Mahdi al-Muhandis, sum var ráðgevi hjá Soleimani, og um Mohammed al-Jaberi, sum er talsfólk hjá irakiska og shiamuslimska hálvhernaðarliga bólkinum Hash Shaabi, sum stuðlar Iran.
Amerikanska rakettálopið hendi fáar dagar eftir, at stuðulsfólk hjá hálvhernaðarligum stuðulsbólkum hjá Iran, lupu á amerikonsku sendistovuna í Bagdad.
Fríggjadagin í farnu viku varð ein irakisk hernaðarstøð eisini álopin, og í USA er illgruni um, at tað var felagsskapurin Kataib Hizbollah, sum stendur aftanfyri. Ein amerikanskur ríkisborgari doyði í álopinum.
Um vikuskiftið svaraði USA aftur við at leypa á fleiri mál hjá felagsskapinum. 25 hernaðarfólk vórðu dripin, og 51 onnur vórðu særd í álopinum sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald