Amerikanski forsetin, Donald Trump, hóttir nú við endaliga at støðga allari amerikanskari fígging av heimsheilsustovninum, WHO. Hetta hendir, um tað ikki henda munandi betringar í stovninum inna hesar komandi 30 dagarnar.
Tað skrivar Trump á Twitter.
Forsetin hevur her almannakunngjørt eitt bræv, sum hann hevur sent aðalskrivaranum í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus.
- Tað er eyðsæð, at mistøkini hjá tær og felagsskapi tínum í sambandi við farsóttina hava verið ógvuliga kostnaðarmikil fyri heimin. Einasti vegur fram fyri heimsheilsustovnin er, um hann í veruleikanum kann vísa, at hann ikki er bundin at Kina, skrivar Trump millum annað.
This is the letter sent to Dr. Tedros of the World Health Organization. It is self-explanatory! pic.twitter.com/pF2kzPUpDv
— Donald J. Trump (@realDonaldTrump) May 19, 2020
Forsetin leggur afturat, at stjórnin longu er farin undir tingingar við WHO um, hvussu felagsskapurin kann broytast.
- Men tað er neyðugt at gera okkurt skjótt. Vit kunnu ikki spilla tíðina burtur, skrivar Trump.
Boðini frá USA komu sama dag, sum talið av deyðum í USA, ið verða sett í samband við korona, fór upp um 90.000, og talið av smittaðum kom upp á 1,5 milliónir, sambært seinastu uppgerðini hjá John Hopkins University.
Longu í farna mánaði tók Trump amerikanska stuðulin til WHO aftur. Í hesum sambandi segði forsetin, at USA árliga rindar millum 400 og 500 milliónir dollarar til WHO – og at kina til sammetinger rindar um 40 milliónir dollarar.
Seinastu uppgerðirnar vísa, sambært NTB-tíðindastovuni, at USA gav 116 milliónir dollarar til WHO fyri tíðarskeiðið 2020 til 2021. Harafturat kemur stuðul til ymiskar verkætlanir á millum 100 og 400 milliónir um árið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald