Uttanlands

USA: Kina fjalir veruligu korona-tølini

Loynilig frágreiðing vísir á, at veruligu sjúkutølini í Kina eru nógv hægri

(Tilvildarlig savnsmynd)

(Tilvildarlig savnsmynd)

2020-04-02 09:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kina fjalir eftir øllum at døma umfangið av virussóttini, og boðar frá tølum fyri smittað og deyð, sum eru lægri enn veruleikin.

Tað kemur fram í eini loyniligari frágreiðing til Hvítu Húsini, upplýsa embætisfólk fyri amerikanska miðlinum Bloomberg News.

Á tíðindafundi sínum í gjár, kom Donald Trump inn á hesar upplýsingar.

- Hvussu vita vit, at tølini eru tey røttu? Teirra tøl síggja út til at vera eitt sindur ov bjørt, segði forsetin, sambært AFP.

Kommunistaflokkurin lýgur
Og hann fær undirtøku frá republikanskum politikarum. Senatorurin Ben Sasse kallar uppgerðirnar frá Beijing fyri óbrúkiliga propaganda

- Kinesiski kommunistaflokkurin hevur logið, lýgur og fer framhaldandi at lúgva um koronavirus fyri at verja teirra vald, sigur Ben Sasse.

Eisini Michael McCaul, republikanskur limur í Kongressini, hevur gjørt viðmerkingar til ónavngivnu keldurnar, sum Bloomberg News endurgevur.

Sambært McCaul, ið er limur í nevndini í umboðsmannatinginum, sum hevur við fregnartænastuna at gera, er Kina ikki til at líta á í stríðnum móti covid-19, skrivar Ritzau.

- Tey søgdu ósatt um hvussu virussið spjaðist millum fólk, fingu læknar og journalistar at tiga, sum royndu at siga sannleikan, og nú fjala tey, eftir øllum at døma, eisini tey neyvu tølini fyri hvussu nógv fólk eru rakt av sjúkuni, sigur McCaul sambært AFP.

Saman við øðrum kongresslimum heitir hann á amerikanska uttanríkisráðið um at seta í verk eina kanning av tí hann kallar fyri royndini hjá Kina at fjala yvir umfarssjúkuna.

Koronasmittan byrjaði í kinesiska Hubei-landslutinum móti ársenda í 2019. Sambært eini uppgerð hjá John Hopkins University, eru 3.300 fólk deyð í Kina orsaka av virusinum, meðan 82.000 eru skrásett við smittuni. Harav eru 76.000 fólk vorðin frísk aftur.

Í USA var deyðstalið í morgun farið upp um 5.000 fólk. Yvir 210.000 eru skrásett smittað, og knapt 8.500 vorðin frísk aftur, skrivar Ritzau.

--

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð við covid-19, veruliga eru deyð av hesum virusi. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini. Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder