Amerikanska stjórnin lovar nú eina millión krónur í samsýning til tann, sum kann hjálpa til við at finna og fanga Hamza bin Laden. Talan er um ein son hjá Osama bin Laden, sum nú traðkar fram sum leiðari fyri hernaðarliga yvirgangsbólkin al-Qaeda.
Sambært AP-tíðindastovuni boðar amerikanska uttanríkisráðið frá, at tey nú ætla at fanga 30 ára gamla Hamza bin Laden.
Amerikanarar royna í løtuni at finna útav, hvar Hamza bin Laden heldur til. al-Qaeda-felagsskapurin við Osama bin Laden á odda stóð fyri yvirgangsálopunum 11. september 2001 móti World Trade Center í New York og Pentagon í Washington, tá næstan 3.000 fólk doyðu og yvir 6.000 fingu skaða.
Amerikanskar serdeildir drupu Osama bin Laden undir eini atsókn í pakistanska býnum Abbottabad í 2011, tá eisini ein av synum bin Ladens, Khalid, varð dripin.
Í 2017 varð Hamza bin Laden av amerikanskum myndugleikum lýstur at vera altjóða yvirgangsmaður. Eftir at sonurin hjá bin Laden, sum æt Saad, doyði í einum dronuálopi í 2009, hevur Hamza verið mettur at vera ovasti í felagsskapinum.
Í 2016 sendi al-Qaeda myndir út av Hamza, har hann segði at amerikanska fólkið eigur ábyrgdina fyri avgerðirnar, sum teirra leiðarar taka, og at heilaga kríggið móti USA heldur fram.
Sambært AP verður Hamza bin Laden stundum umrøddur sum ”prinsur av jihad”. Í nógv ár hevur verið gitt um, hvar hann heldur til. Roknað verður við, at helst er tað í Afghanistan ella í grannalandinum Pakistan.
Søgur hava eisini gingið um, at hann hevur sitið í húsavarðhaldi í Iran, fongslaður av iranska prestastýrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald