Uttanlands

USA: Maður tók børn til gísla og skeyt eftir løgregluni

Ein løgreglumaður lat lív, meðan seks aðrir vórðu særdir

2018-10-04 11:33 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein løgreglumaður lat lív, tá ein maður tók børn til gísla og byrgdi seg inni í einum húsum í býnum Florence í South Carolina í USA í gjár.

Í tveir tímar skeyt maðurin eftir løgregluni, sum hevði umgirt húsini. Umframt tann eina løgreglumannin sum lat lív, vórðu seks aðrir løgreglumenn særdir í skottilburðinum, áðrenn løgreglan megnaði at handtaka mannin, skrivar 

Børnini, sum vórðu hildin til gísla, hava tað eftir umstøðunum gott. Løgreglan veit enn ikki hví maðurin tók børnini til gísla ella skeyt eftir løgregluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder