Uttanlands

USA: Næstan 58 milliónir liðugt koppsett

Amerikanski forsetin hevur lovað, at 90 prosent av vaksnu borgarunum í USA fáa tilboð um koppseting áðrenn 19. apríl

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-04-03 15:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri trimum vikum síðani boðaði amerikanska CDC (Centers for Disease Control and Prevention) frá, at 100 mió. amerikanarar høvdu fingið fyrru koppsetingina móti korona, og nú eru næstan 102 mió. amerikanarar koppsettir.

Amerikanski forsetin, Joe Biden lovaði, tá hann tók við sum forseti í januar, at 100 mió. amerikanarar skuldu havt fingið koppsetingina í hansara fyrstu 100 døgum sum forseti. Hetta kláraði hann innan 51 dagar.

Næstan 58 av teimum uml. 330 mió. íbúgvunum í USA eru nú liðugt koppsett, og miðilin Bloomberg metir, at um amerikanarar halda fram at koppseta við hesari ferðini, fer tað at taka fimm mánaðir at koppseta 75 prosent av amerikanska fólkinum – tvær ferðir.

Sambært Ritzau hevur Biden nú lovað, at 90 prosent av øllum vaksnum borgarum í USA fáa tilboð um koppseting áðrenn 19. apríl.

USA brúkar í løtuni koppingarevni frá trimum veitarum – Pfizer/BioNTech, Moderna, og Johnson & Johnson.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder