
Í mai samdust USA og Kina um at lækka tollin á vørur úr londunum hjá hvørjumøðrum í 90 dagar, og tá hesir 90 dagarnir eru uppi 12. august, væntast tollsteðgurin at verða longdur í 90 dagar afturat, upplýsa keldur sambært Ritzau.
Londini, sum í løtuni samráðast um handilsviðurskifti, binda seg til ikki at hækka tollin ella á annan hátt herða tollstríðið hesar 90 dagarnar, sum tollsteðgurin væntast at verða longdur við.
Kina og USA skulu í hesum døgum samráðast í svenska høvuðsstaðnum Stockholm. Hetta er triði tollfundur millum USA og Kina.
Les eisini: USA og ES gjørt handilsavtalu
Tað eru m.a. amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Scott Bessent, og kinesiski varaforsætisráðharrin, He Lifeng, sum umboða lond síni.
Amerikanski forsetin, Donald Trump boðaði í apríl frá, at hann fór at leggja toll á vørur úr nærum øllum londum, og legði hann at enda 145 prosent toll á vørur, sum vórðu innfluttar úr Kina. Kina svaraði aftur við at leggja 125 prosent á amerikanskar vørur, men tá USA og Kina í mai samdust um tollsteðgin, varð tollurin lækkaður niður í ávikavist 30 og 10 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald