Uttanlands

USA sendir 5200 herfólk steðga flóttafólki

Nakrir av hermonnunum við markið til Meksiko eru vápnaðir

Mynd: Ritzau Scanpix

Mynd: Ritzau Scanpix

2018-10-30 07:18 Author image
Ari av Rana
placeholder

USA er nú tilreiðar at senda 5200 herfólk til markið til Meksiko, har tey skulu steðga flóttafólkum, sum ætla sær inn í landið.

Donald Trump, forseti í USA, vil steðga einum stórum bólki á fleiri túsund flóttafólkum, sum í løtuni eru á veg úr Honduras til USA. Bólkurin er nú komin inn í Meksiko og er á veg norðureftir.

Trump hevur fleiri ferðir fyrr hótt við at brúka herin at steðga flóttafólkum í at koma til USA. Tey 5200 herfólkini fara til markið við endan av hesi vikuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder