Uttanlands

USA sett met: Yvir fýra milliónir koppsett leygardagin

18,5 prosent av fólkinum í USA eru liðugt koppsett

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-04-05 10:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin varð nýtt koppsetingarmet sett í USA. Tann dagin vórðu nevniliga fleiri enn fýra mió. koppsetingar gjørdar í landinum.

Tað upplýsir Cyrus Shahpar, ið er partur av einum serligum covid-19 toymi í Hvítu Húsunum, á Twitter.

Tað sær eisini út til at ganga rættiliga væl at koppseta í USA.

Sambært amerikanska Centers for Disease Control and Prevention (CDC) eru 106,2 mió. amerikanarar higartil vorðnir koppsettir móti koronu, og 61,4 mió. av teimum eru liðugt koppsettir.

Tað svarar til, at 18,5 prosent av fólkinum í USA eru liðugt koppsett, meðan ein triðingur hevur fingið fyrru koppsetingina. í USA búgva uml. 330 mió. fólk.

Amerikanski forsetin, Joe Biden segði, tá hann tók við embætinum í januar, at hann ætlaði at fremja 100 mió. koppsetingar í sínum fyrstu 100 døgum sum forseti. 51 dagar seinni var hann longu komin á mál, og 25. mars varð eitt nýtt mál sett – 200 mió. koppsetingar, skrivar Politiken.

Joe Biden hevur lovað, at 90 prosent av øllum vaksnum amerikanarum fáa tilboð um koppseting áðrenn 19. apríl.

Í USA verða trý koppingarevni brúkt. Tey eru frá Pfizer/BioNTech, Moderna, og Johnson & Johnson.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder