Uttanlands

USA steingir fyri ferðandi úr Evropa

Bannið er galdandi í 30 dagar fyri at støðga corona-smittuni

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-03-12 06:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

USA sýtir nú ferðandi úr Evropa at koma inn í landið orsaka av corona virusinum. Tað boðaði Donald Trump forseti frá í røðu í nátt, okkara tíð.

Bannið er galdandi í 30 dagar frá á midnátt fríggjakvøldið at rokna. Bannið er tó ikki galdandi fyri fólk úr Bretlandi.

Trump sigur, at avgerðin er tikin fyri at forða nýggjum coronatilburðum at koma inn í landið, og samstundis hevur hann at ES-londunum fyri ikki at hava gjørt nóg mikið fyri at støðga smittuni.

Sambært Trump eru tað ferðandi úr Evropa, sum eru orsøkin til smittutilburðirnar í USA. Bannið er tó ikki galdandi fyri amerikanarar, sum hava verið ígjøgnum ”hóskandi screeningar”, sigur forsetin.

Í USA eru 1.135 fólk staðfest við corona-smittu, og 38 eru deyð. Tað er tó stórur munur á ymsu statunum.

Eitt yvirlit, sum New York Times hevur gjørt vísir, at tað eru nógv fleiri tilburðir við strendurnar enn tað eru inni í landinum. Serliga statirnir New York, Washington og Massachusetts eru hart raktir.

Í Massachusetts og í Michigan er lýst undantaksstøða.

Sambært amerikansku myndugleikunum er smittuvandin hjá amerikanska fólkinum framvegis lágur, men tey eru farin at óttast áhaldandi nýggjar tilburðir.

Tjóðarhirðin er sostatt send til býin New Rochelle norðan fyri New York City, ið verður hildin at vera miðdepil fyri corona-smittuna. Í statinum Washington, har 24 av teimum 38 deyðu eru skrásett, er bann sett fólki at savnast í størri hópum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder