Uttanlands

USA: Talið á nýggjum andlátum minkað við 53 prosentum

1.849 andlát eru skrásett í USA seinasta samdøgrið, tað er munandi lægri enn tey 3.953, sum vórðu skrásett í gjár – Fleiri statir fara spakuliga at lata upp aftur

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2020-04-19 09:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur USA skrásett 1.849 andlát í sambandi við koronasmittuna, vísa tøl frá Johns Hopkins University.

Tað er ein stór minking (53,2 prosent) í mun til undanfarna samdøgrið, har 3.953 andlát vórðu skrásett.

USA er tað landið í heiminum, sum hevur skrásett flest andlát og smittutilburðir. Talið á deyðum er í løtuni beint omanfyri 39.000, og fleiri enn 738.000 tilburðir eru skrásettir. Tað er meira enn hálv mió. fleiri enn í Spania, sum hevur skrásett næstflest tilburðir – 194.416.

Talið á tilburðum í USA veksur skjótt. Seinasta samdøgrið eru fleiri enn 33.000 tilburðir staðfestir. Sambært Ritzau, verður roknað við einum stórum myrkatali.

Uml. 66.500 fólk eru staðfest frísk aftur, og á tíðindafundi í gjárkvøldið, segði amerikanski forsetin, Donald Trump, at fleiri statir stigvíst fóru at lata upp aftur í komandi viku. Í vikuni gjørdi Trump greitt, at tað er upp til hvønn einstakan stat at avgera, nær latið verður upp aftur.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder