15. mars høvdu tveir amerikanskir suðurstatir, Georgia og Louisiana, boðað frá, at undanvalið í teirra statum varð útsett orsakað av koronasmittuni, og nú eru undanvalini í 15 statum útsett.
Í dag skuldu Alaska, Hawaii og Wyoming hava undanval, men koronakreppan forðar fólki í persónliga at møta upp at atkvøða, og tí er freistin at greiða brævatkvøðu í staðin longd. Í Alaska er freistin nú 10 apríl, í Wyoming 17. apríl, og Hawaii hevur longt freistina til 22. mai.
Undanvalið er eisini útsett í Connecticut, Delaware, Kentucky, Maryland, New York, Ohio, Pennsylvania, Rhode Island og West Virginia. Undanvalið í Puerto Rico er eisini útsett. Sambært New York Times hava seks av hesum statunum flutt teirra undanval til 2. juni, sum nú brádliga er vorðin ein týðandi dagur, har tíggju statir nú skulu atkvøða.
Floksfundurin hjá demokratiska flokkinum í Milwaukee í Wisconsin, har demokratarnir skulu peika á tað valevnið, sum skal bjóða Trump av í november, skuldi eftir ætlan vera 13. – 16. juli. Fundurin er tó útsettur til 17. august.
Tey bæði demokratisku valevnini, sum standa eftir eru Joe Biden, ið var varaforseti undir Barack Obama, og Bernie Sanders, senator í Vermont. Sambært Ritzau, eru útlitini hjá Biden góð, eftir at hann hevur vunnið í Florida, Arizona og Illinois.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald