Uttanlands

USA vil skipa fyri fundi millum Putin og Zelenskyj

Men Putin eigur at hitta Trump fyrst, sigur amerikanski varaforsetin, J.D. Vance

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance sigur, at USA arbeiðir við at skipa fyri fundi millum Putin og Zelenskyj (Mynd: EPA)

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance sigur, at USA arbeiðir við at skipa fyri fundi millum Putin og Zelenskyj (Mynd: EPA)

2025-08-11 08:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA arbeiðir við at skipa fyri einum fundi millum ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, og russiska forsetan, Vladimir Putin, sigur amerikanski varaforsetin, J.D. Vance við Fox News.

Vance leggur tó afturat, at hann ikki heldur, at Putin skal hitta Zelenskyj, áðrenn hann hevur verið á fundi við amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Trump og Putin skulu eftir ætlan hittast í amerikanska statinum Alaska fríggjadagin 15. august. Alaska er eitt øki, sum var russiskt, inntil Russland seldi tað til amerikanarar í 1867, skrivar Ritzau.

Hetta verður fyrstu ferð, at teir báðir hittast andlit til andlits síðan 2019. Putin hevur heldur ikki hitt Zelenskyj síðan 2019.

Les eisini: Miðil: Umhugsa at bjóða Zelenskyj við til Alaska

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder