Útgongubann í Englandi

Skulu hava góða orsøk at fara út um dyrnar, nú England letur samfelagið aftur enn einaferð

Boris Johnson

Boris Johnson

2021-01-04 23:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bretski forsetin, Boris Johnson boðað í kvøld, frá herdum tiltøkum í Englandi næsta hálvan annan mánaðin fyri at forða koronasmittuni at breiða seg.

Og enn einaferð er talan um at samfelagið letur aftur.

Millum annað skulu borgarar ikki fara frá húsum uttan góða orsøk til hetta. Millum annað at keypa gerandisvørur, heilivág, fara til koronakanning, venja ella til arbeiðis.

Allir skúlar og hægri lærustovnar lata aftur fyri flestu lesandi. Matstovur og skeinkistøð lata aftur, men kunnu selja út við. Fótbóltur heldur tó fram í ein ávísan mun. Premier League-fótbóltur verður framvegis at síggja í sjónvarpinum, men uttan áskoðarar.

Eisini í Skotland herða tey tiltøkini fyri at fáa tamarhald á covid-19. Hesum boðaði skotska fyrstaráðskvinnan, Nicola Sturgeon, frá í tinginum í dag.

Les eisini: Skotland steingir aftur orsaka av korona

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder