Innanlands

Útlendingur kom illa fyri í Skælingshaga

Boð eftir tyrlu og fjallabjargarum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2018-10-05 21:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan fekk fyrr í kvøld fráboðan frá einum útlendingi, at hann hevði brúk fyri hjálp. Saman við einum vinmanni var hann farin í hagan, og vinmaðurin varð dottin niður á eina hellu við eina gjógv.

Jn.fo skrivar, at maðurin visti at hann var staddur vestanfyri Sornfelli, men ikki so nógv meira enn tað.

Boð vórðu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantsflog, sum var í Skælingshaga løtu seinni og fann mannin. Men brúk varð fyri fjallabjargarum fyri at fáa útlending úr gjónni. Tyrlan var eftir fjallabjargarunum, og teir fingu skadda mannin upp, skrivar jn.fo.

Maðurin varð fluttur á flogvøllin, har sjúkrabilur stóð klárur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder