Innanlands

Útoyggjafelagið: - Útlendingar keypa ognirnar á útoyggj

Útoyggjafelagið finst at vantandi almennu planleggingini á økinum

(Mynd: jenskjeld.info)

(Mynd: jenskjeld.info)

2018-07-24 10:21 Author image
Oda Strøm
placeholder

Útoyggjafelagið sigur í almennum skrivi, at í meira enn 20 ár hevur felagið heitt á myndugleikarnar um at tryggja atgongd til bústaðir á útoyggj, soleiðis at næsta ættarlið og onnur hava møguleikan at seta búgv har, um tey ynskja tað. Útoyggjafelagið sigur, at fyrst og fremst er tørvur á leiguíbúðum á útoyggj, so tað ikki er neyðugt at keypa ella byggja í fyrsta umfari.

Útoyggjafelagið fýlist á í skrivinum, at lítil og ongin almenn planlegging er á økinum, og vil vera við, at tað allarhelst eru fleiri ung, ið hava sett búgv á meginøkinum, sum í veruleikanum kundu hugsað sær at búð á útoyggj.

- Krøvini hjá bankunum til eginpening og trygdir til íløgur á útoyggj eru so stórar, at útoyggjafólk og ungdómar sjáldan klára at liva upp til hetta, og tí fáa tey allar flestu avslag. Hesar umstøður stuðla ikki undir fjølbroyttari búseting og eru ikki við til at menna útjaðaran í Føroyum, tað nýtast ikki fleiri kanningar til at staðfesta tað, sigur felagið.

Talið á útlendingum, ið vilja ogna sær hús á útoyggj og í útjaðaranum økist, og Útoyggjafelagið vil vera við, at hetta kemur at vera í kapping við fólk á meginøkinum, sum ynskja sær tað sama - við at økja prísin á ognum á útoyggj enn meira, og skumpa tey lokalu og tey við tilknýti longur aftur í røðini til ein bústað.

- Avleiðingarnar kunnu øll longu nú rokna út, men samfelagið velur at lata eygu og oyru aftur fyri tí veruligu gongdini og bíða, til veruleikin er ítøkiligur - og tá er sjálvsagt ov seint. Úrslitið av vantandi atgerðum verður einar "nýggjar" Føroyar - við "árstíðar búseting" á útoyggj. Tá hevur fyrsti steinurin við lendingina navnið: steinur nr. 1, tí søgan og mentanin er horvin saman við teimum lokalu, sigur Útoyggjafelagið í skrivinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder