Spurningurin um størri rásarúmd á uttanríkisøkinum og møguleikin hjá føroyingum at fáa dansk cpr-nummar hava verið høvuðsmál nú danski stjórnarleiðarin, Mette Frederiksen, hevur verið á almennari vitjan í Føroyum í dag.
Hon kom við flogfari í gjárkvøldið, helt ein stuttan fund saman við Javnaðarflokkinum áðrenn almenna skráin byrjaði í morgun, og so fer hon heim aftur í morginárið.
Seinnapartin var tíðindafundur í Tinganesi.
- Nú eru vit bæði nýggj í sessinum, og vit hava brúkt dagin í dag til at koma nærri inn á hvønn annan. Hetta hevur verið ein gevandi dagur, har eg havi lært nógv um Føroyar og føroyingar í fleiri økjum, segði Mette Frederiksen á tíðindafundinum.
Hon kom ikki við beinleiðis lyftum viðvíkjandi høvuðsmálunum, ið hava verið umrødd í dag, men lovar at kanna møguleikan fyri at gera tað høgligari hjá føroyingum at verða skrásettir í Det Centrale Personregister í Danmark og fáa eitt hartilhoyrandi sokallað cpr-nummar.
Og á uttanríkispolitiska økinum vísti hon eisini stóra vælvild – nógv størri vælvild, enn vit fyrr hava hoyrt frá sosialdemokratiskum forsætisráðharrum.
Men hon staðfesti eisini, at tað er grundlógin, sum setir karmarnar.
- Eg fari aldri at bróta grundlógina, og grundlógin stendur altso eisini oman fyri ríkisfelagsskapin. Eg vil fegin geva føroyingum og grønlendingum størri rásarúmd á uttanríkispolitiska økinum, har tað ber til, men eg dugi eisini at síggja, at vit kunnu koma fram á avbjóðingar, sum kunnu gera tað trupult, segði Mette Frederiksen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald