Føroyski arbeiðsmarknaðurin klárar ikki nóg væl at taka ímóti væl útbúnum tilflytarum og at gagnnýta teirra fakligu førleikar, og størsta forðingin er málið, skrivar Granskingarráðið.
Í nýggjari grein hjá Elisabeth Holm, ph.d.-lesandi, verður staðfest, at væl útbúnir tilflytarar missa fakligar førleikar við at verða fastlæstir í ófaklærdum størvum, sum t.d. á flakavirkjum og í reingerðarstørvum, í áravís.
Forðingarnar, ið tilflytarar uppliva í sambandi við flytiføri á føroyska arbeiðsmarknaðinum, eru nógvar, og stuðul til at vinna á hesum er lítil og eingin. Vantandi førleiki í føroyskum (og lutvíst í donskum), saman við vantandi møguleikum at ogna sær hollan málsligan førleika, gerst tí størsta forðingin fyri flytføri og integrasjón á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Á ein hátt er neyðugt at koma í starv til tess at læra føroyskt og at lívbjarga sær, men hinvegin, so eru einastu tøku størvini av slíkum slagi, at nærum einki samskifti fer fram. Hetta ger, at fleiri av teimum nýføroyingum, ið ynskja at brúka sínar fakligu førleikar og at læra seg málið, verða fastlæstir í eini óhepnari ringrás.
Orðini “Arbeiðsgevarar kundu brúkt okkum, men tað gera teir ikki” eigur ein vælútbúgvin kvinna, sum telist millum teir mongu nýføroyingarnir, ið kenna seg fastlæstar í ófaklærdum størvum í nýggja heimlandi teirra.
Elisabeth Holm hevur saman við vegleiðarum sínum, Bernadette O'Rourke og Mike Danson skrivað greinina “'Employers could use us, but they don’t’: voices from blue‑collar workplaces in a northern periphery”. Greinin er júst útgivin í altjóða tíðarritinum Language Policy, ið er høgt í metum innan fakøkið samfelagsmálvísindi.
Niðurstøðurnar í greinini eru viðkomandi fyri myndugleikar á integrasjónsøkinum, og serliga hjá teimum, ið hava ábyrgd av at menna føroyskt sum annaðmál. Við ov fáum átøkum, verður ein ójavni skaptur og styrktur, ið hevur keðiligar avleiðingar fyri einstaklingar og samfelag okkara. Mál er ikki bara nakað, ið kemur av sær sjálvum, eftir at fólk móð og útlúgvaði eru komin heim úr málsliga isoleraðum størvum og tungum fysiskum arbeiði á t.d. einum flakavirki. Serligar avbjóðingar eru eisini tengdar at tí at læra eitt lítið mál sum tað føroyska, har vit er umgyrd av øðrum málum á miðlum, ið annars kundu verið keldur til at tilognað sær høvuðsmálið í einum landi, so tí skal so nógv meira til enn tað, ið boðið verður tilflytarum kring landið í dag.
Greinin er brot úr ph.d.-verkætlan hjá Elisabeth Holm um nýmælt í føroyskum, sum er stuðlað av Granskingarráðnum. Hon byggir á etnografiskt kanningararbeiði á tveimum flakavirkjum, og á samrøður við tilflytarar úr 15 ymiskum londum. Flestu teirra arbeiða á flakavirki ella í reingerðarstørvum. Serligur dentur verður lagdur á upplivingarnar hjá tilflytarum og avbjóðingum teirra í samband við at læra føroyskt, og hvussu tey uppliva at koma út á føroyska arbeiðsmarknaðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald