Mikudagin skipaði Arbeiðs- og brunaeftirlitið fyri evnisdegi um harðskap og hóttanir móti starvsfólki, ið starvast innan heilsu, røkt og umsorgan. Evnisdagurin skuldi upprunaliga vera í Smæruni, men vegna stóran áhuga í at luttaka á degnum, mátti dagurin flytast í Dansifrøi, ið kann rúma fleiri fólkum. Íalt 210 fólk vóru tilmeldað evnisdagin.
Endamálið við evnisdegnum var at varpa ljós á harðskap og hóttanir sum ein arbeiðsumhvørvistrupulleiki og geva íblástur til, hvussu hesin trupulleikin kann fyribyrgjast og handfarast.
Fyrilestrarhaldarar vóru:
Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
Anna Arnfríðudóttir Andresen, sálarfrøðingur á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
Pál Weihe, yvirlækni og professari, deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu.
Kári Leivsson, kliniskur sálarfrøðingur, Sálarfrøðistovan.
Lisbeth Vang, Margit Justinussen og Eydna Iversen Lindenskov, umboðandi Psykiatriska depilin.
Jógvan Jensen, tilbúgvingarleiðari, ANSNI.
Í sambandi við evnisdagin gav Arbeiðs- og brunaeftirlitið út eina nýggja vegleiðing um harðskap og hóttanir móti starvsfólki, ið starvast innan heilsu, røkt og umsorgan. Hetta er triðja vegleiðingin, ið Arbeiðs- og brunaeftirlitið gevur út í ár. Harumframt vórðu tríggir nýggir eftirkanningarlistar, ið arbeiðspláss kunnu nýta til at gera arbeiðsplássmetingar (APM) við, eisini almannakunngjørdir.
Nýggja vegleiðingin og eftirkanningarlistarnir til APM eru á heimasíðuni hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum www.arb.fo
- Arbeiðs- og brunaeftirlitið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald